Synagogan í Gøteborg álopin

Synagogan í Gøteborg álopin
Hildið verður, at álopið kann setast í samband við, at USA hevur viðurkent Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels.
Stefan Løfven, forsætisráðharri
Mynd: Savnsmynd  
 
10.12.2017 - 13:06

Jødiska synagogan í Gøteborg var álopin við bensinbumbum í gjárkvøldið, men tað eydnaðist ikki teimum 20 álopsfólkunum at seta eld á bygningin.

Hildið verður, at álopið skal setast í samband við avgerðina hjá amerikanska forsetanum Donald Trump at viðurkenna Jerusalen sum høvuðsstað Ísraels.

Fríggjadagin var eitt mótmælistiltak í Malmø, har 200 fólk savnaðust at mótmæla viðurkenningini, og har hoyrdust eisini hatursróp ímóti jødum. Mótmælistiltakið og álopið á synagoguna - hava fingið politikarar at tala at.

 Svenski forsætisráðharrin Stefan Løfven sigur seg vera skelkaðan.

Øll skulu kenna seg trygg

- Pláss er ikki fyri antisemitismu í svenska samfelagnum, sigur hann, og vil hava at tey verða revsað, ið hava ábyrgdina av álopunum.

- Øll tey, ið virða fólkaræðið, mugu standa saman um eitt opið og frísinnað samfelag, har øll kenna seg trygg, sigur forsætisráðharrin.

Tað sama siga Margot Wallstrøm, uttanríkisráðharri, Jan Björklund leiðari í Liberala flokkinum og Annie Lööf, forkvinna í Centerpartiet.

- Hetta, ið gjørt er, kann als ikki góðtakast, siga tey.

- Hóttanir og harðskapur eiga ikki pláss í okkara samfelag, sigur uttanríkisráðharrin um álopið á synagoguna í Gøteborg og hatursrópini í Malmø ímóti jødum.

Eftir álopið á synagoguna í Gøteborg hevur svenska løgreglan styrkt vaktarhaldið har og við aðrar synagogur - millum aðrar hana í Malmø.

-----

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691