Vil tryggja áhugamálini hjá Íslandi

Vil tryggja áhugamálini hjá Íslandi
Íslendska stjórnin hevur júst gjørt frágreiðing um møguligar avleiðingar fyri Ísland, tá Bretland fer úr EBS. 
 
10.12.2017 - 18:23

Bretski marknaðurin er sera týdningarmikil marknaður fyri Ísland, og íslendska stjórnin hevur arbeitt hart fyri at tryggja, at áhugamálini hjá Íslandi eru vard og at hugsandi møguleikar ikki fara afturvið borðinum. 

Tí hevur íslendska stjórnin júst latið úr hondum frágreiðing um møguligar avleiðingar fyri Ísland, tá Bretland fer úr EBS. 

Fleiri ráðharrar og embætisfólk havt fundir á høgum stigi við bretsku starvsfelagar sínar, samstundis sum arbeitt verður tætt saman við hinum EFTA londunum, ES og tess limalondum. Tað skrivar føroyska sendistovan í Reykjavík í tíðindabrævi.

Ísland er bæði framtakssamt og nýhugsandi, tá tað kemur til framtíðarmøguleikar og er bjartskygt um at uppbyggjandi úrslit fer at spyrjast burturúr. 

Íslendska stjórnin hevur tí kannað um møguligu avleiðingarnar av Brexit, umframt eina ímyndaða hendingagongd, har EBS reglurnar halda uppat at virka millum Ísland og Bretland. 

Frágreiðingin vísir í høvuðsheitum formliga løgfrøðiliga grundarlagið á hvørjum øki, sum er fevnt av EBS avtaluni og meting av møguligari avleiðing av, at hesar reglur ikki longur eru í gildi mótvegis Bretlandi. 

Talan er um 26 øki, t.d. marknaðaratgongd, matvørutrygd, um arbeiðsmegi heur frítt at fara, góðkenning av vinnuligum førleikum, fíggjarvirksemi, tele- og posttænastur, sjóvegis flutningur, flogferðsla, útbúgving, mentan og vísindi, skrivar føroyska sendistovan í Reykjavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887