- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alment lønt í Danmark onga lønarhækking
Tey 750.000 almennu starvsfólkini í Danmark skulu ikki vænta sær lønarhækking, tá sáttmálasamráðingar aftur verða á skránni.
Danska fíggjarmálaráðið sigur, at lønin í almenna geiranum síðani 2008 er hækkað meira enn í privata geiranum, og tað ber ikki til, sigur Sophie Løde, nýskipanarráðharri, við Børsen.
- Tað skaðar samfelagsbúskapin, at almennu lønirnar ikki fylgja gongdini í privatu lønunum, sigur hon.
Umleið 330 milliardir krónur verða goldnar í almennum lønum um árið, og tí sigur tað seg sjálvt, at lønarspurningurin fer at standa ovast á breddanum í sáttmálasamráðingunum, sigur Sophie Løde.
Tøl hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at síðani 2008 eru almennu lønirnar hækkaðar 1,6% meira enn tær privatu.
Arbeiðsgevararnir siga, at lønirnar í kommunala geiranum eru hækkaðar 2,4% meira enn í privatu vinnuni sama tíðarskeið.
Kommunurnar vísa hesum aftur
Anders Bondo Christensen, sum er samráðingarleiðari hjá kommunalum starvsfólkum, vísir hesum aftur.
Hann sigur, at tað ber ikki til at taka eitt ávíst tíðarskeið burtur úr heildini.
Anders Bondo Christensen sigur, at síðani skipanin um lønargongdina fyri privata og almenna geiran kom í gildi í 1996, hava almennu og privatu lønirnar verið tær somu.