Ferðastuðul til lesandi lækkar

Ferðastuðul til lesandi lækkar
Ferðastuðulin til lesandi lækkar niður í 1500 krónur á nýggjárinum. Samstundis fáa tey, ið lesa hægri lestur, lestrarstuðul í allar 12 mánaðir
 
12.12.2017 - 16:03

Ferðastuðulin til lesandi lækkar úr 2.400 krónum niður í 1500 krónur á nýggjárinum, men samstundis fáa tey ið lesa hægri lestur lestrarstuðul í allar 12 mánaðir í árinum, Tað er ein mánaði meira enn nú.

Ein meiriluti í Trivnaðarnevndini mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið um broyting í stuðulsupphæddunum, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna, legði fyri løgtingið.

Meirilutin í Trivnaðarnevndini, umboðini hjá samgonguni, vísa á, at í 2016 fingu stakir uppihaldarar 12. stuðulsmánaðin, og lesandi á hægri lestri fingu 500 krónur meira um mánaðin í studningi.

Studning alt árið

Við hesum uppskotinum fáa øll lesandi á hægri útbúgvingum og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum studningin til livikostnað útgoldnan í juli, sum áður hevur verið undantikin. 

Tað vil siga, at tey lesandi fáa eftir uppskotinum eisini lestrarstuðul í 12 mánaðir, so leingi útbúgvingin varir - t.v.s. ikki juli mánað, tá ein útbúgving endar í juni. 12. mánaðin fevnir eisini um lestrarlán. 

Mánaðarligi stuðulin verður við broytingini 4.315,00 kr. og lestrarlánsupphæddin í mesta lagi 2.419,00 kr. um mánaðin. 

Bjørn Kalsø vísir í sínum minnilutaáliti á, at hann tekur undir við at hækka stuðulin, men tekur ikki undir við at lækka ferðastuðulin.

Jógvan á Lakjuni tekur støðu til uppskotið í tingsalinum.

Samsvarar við galdandi ferðaseðlaprísir

Tá uppskotið varð lagt fram, varð upplýst, at landið sparir 1,7 milliónir krónur um árið, tá ferðastuðulin lækkar. Men tað kostar umleið 5 milliónir krónur at rinda stuðul í 12 mánaðir.

Upplýst varð eisini, at ein ferðaseðil aftur og fram til Danmarkar nú kann keypast fyri góðar 1200 krónur.

Broytingin í ferðastudninginum uttanlands hevur við sær, at upphæddirnar til lesandi og børn teirra lækka, men kortini samsvara við galdandi ferðaseðlaprísir til lesandi. 

Uppskotið fær aðru viðgerð á seinni fundi, upplýsti løgtingsformaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652