- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lokal áhugamál merkja orðaskiftið
Ósemjan millum andstøðu og samgongu fyrstu løtuna av viðgerðini av uppskotinum um fyrisiting av sjófeingi hevur verið um, hvussu grein 60 um menningarkvotur fer at ávirka ymiskar partar av landinum.
Menningarkvoturnar itu økiskvotur, tá ið Høgni Hoydal fyrst legði uppskot um fiskivinnunýskipan fram í vár. Tá skuldu økiskvoturnar vera 5 prosent av fiskatilfeinginum. Síðani hava økiskvoturnar fingið nýtt navn: menningarkvotur og eru vaksnar upp í 8,5 prosent.
Grundgevingar fyri menningarkvotum eru, at summi øki hava verið fyri negativari demografiskari gongd og vaksandi arbeiðsloysi, og tí tørva hesi virksemi. Grundgevingar ímóti eru, at menningarkvotur taka frá teimum, sum hava dugað, og geva teimum, sum ikki hava dugað - at menningarkvoturnar kunnu fatast sum stuðul til fiskivinnuna.