Lokal áhugamál merkja orðaskiftið

bannari
Lokal áhugamál merkja orðaskiftið
Triðja viðgerð av fiskivinnunýskipanini snýr seg mest um, hvørji øki í landinum fáa atgongd til nógv umrøddu menningarkvoturnar.
 
12.12.2017 - 14:00

Ósemjan millum andstøðu og samgongu fyrstu løtuna av viðgerðini av uppskotinum um fyrisiting av sjófeingi hevur verið um, hvussu grein 60 um menningarkvotur fer at ávirka ymiskar partar av landinum.

Menningarkvoturnar itu økiskvotur, tá ið Høgni Hoydal fyrst legði uppskot um fiskivinnunýskipan fram í vár. Tá skuldu økiskvoturnar vera 5 prosent av fiskatilfeinginum. Síðani hava økiskvoturnar fingið nýtt navn: menningarkvotur og eru vaksnar upp í 8,5 prosent.

Grundgevingar fyri menningarkvotum eru, at summi øki hava verið fyri negativari demografiskari gongd og vaksandi arbeiðsloysi, og tí tørva hesi virksemi. Grundgevingar ímóti eru, at menningarkvotur taka frá teimum, sum hava dugað, og geva teimum, sum ikki hava dugað - at menningarkvoturnar kunnu fatast sum stuðul til fiskivinnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858