Stóru londini í Evropa óttast skattaskipan

Stóru londini í Evropa óttast skattaskipan
Fimm tey størstu londini í Europa ávara Donald Trump, forseta, um komandi skattaskipanina, tí tað fær álvarsligar fylgjur fyri heimshandilin
 
12.12.2017 - 16:13

Nú ávara fimm tey størstu londini í Evropa Donald Trump, forseta, um skattaskipanina, sum hann ætlar at seta í verk, tí tað fer at fáa álvarsligar fylgjur fyri heimshandilin. Talan er um Týskland, Frakland, Bretland, Italia og Spania.

Tað eru serliga tríggjar greinar í lógaruppskotinum, sum londini eru misnøgd við, og sum eru til viðgerð í kongressini.

Tær tríggjar greinarnar stríða allar ímóti samtyktum, sum USA hevur gjørt, og tær kunnu ávirka heimshandilin í stóran mun.

Teir 28 fíggjarmálaráðharrarnir í ES londunum hava fyrr gjørt vart við sína misnøgd um somu greinar, og teir siga, at hesar fara at avlaga heimshandilin.

Skattalógin er til viðgerðar í kongressini, og hon fer at lækka skattin í USA við 12.000 milliardum kr tey næstu 10 árini.

Uppskotið fer at lækka skattin hjá fyritøkum og teimum múgvandi, sum Donald Trump og republikanski flokkurin standa fyri.

Umboðsmanntingið samtykti uppskotið í november og 2. desember samtykti senatið eisini uppskotið eitt sindur broytt, og tey bæði uppskotini skulu nú samansjóðast í kongressini, áðrenn Donald Trump, forseti fær lógina at skriva undir, og sum so kann setast í verk. Kongressin ætlar at vera liðug við viðgerðina fyri jól.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887