Eftir samtyktina: Politiska støðan

bannari
Eftir samtyktina: Politiska støðan
Bill Justinussen hjálpti samgonguni, og ein samstarvssinnaður Miðflokkur kann gera lívið hjá smølu samgonguni lættari, heldur Ragnar Joensen
 
13.12.2017 - 13:51

Tá ið avtornaði vóru 18 atkvøður fyri fiskivinnuuppskotinum. Bill Justinussen hjálpti samgonguni í løgtinginum í gjár, og við einum samstarvssinnaðum Miðflokki kann lívið hjá smølu samgonguni fara at gerast lættari - og bíligari. Tað heldur Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur og viðmerkjari

Løgtingssamtyktin í gjárkvøldið um sjófeingi - sonevnda fiskivinnunýskipanin - var ikki bara ein samtykt av mongum. Samtyktin er søgulig í føryskari fiskivinnu, heldur Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur og viðmerkjari:

- Ja, vit hava nøkur tjekkpunktir, tá vit tosa um fiskivinnu í Føroyum, og hetta fer at vera eitt tjekkpunkt framyvir. Tá ið vit fyrr hava refererað til tí gomlu fiskivinnunýskipanina, so fara vit at referera til hesa framyvir, sigur hann. 

Hjálp frá Miðflokkinum

Samgongan setti sær fyri í sínum samgonguskjali at gera eina nýggja skipan, sum skuldi vera marknaðargrundað. Men tað skuldi vísa seg at vera lættari sagt enn gjørt. Marknaðargrundaða elementið í nýskipanini - uppboðssølan - bleiv til endans bara ein viðfáningur av tí samlaða tilfeinginum, tí samgongan rætt og slætt ikki stóð saman um sítt uppskot.

Og í gjárkvøldið - eftir nógva "mýking", sum tey kalla tað - stóðu tey 16 í samgonguni saman við Sonju Jógvansdóttir - og so datt ein heldur óvæntað appelsin í turbanina. Andstøðutinglimurin, Bill Justinussen í Miðflokkinum, trýsti eisini á ja.

Lættari og bíligari hjá samgonguni

- Tann simpla forkláringin er, at Bill Justinussen hevur ein beiggja, sum stendur uppá spring at sleppa inn í fiskivinnuna og hevur meldað út fleiri ferðir, at hann gjarna vil sleppa at keypa á uppboði, sigur Ragnar Joensen, sum heldur at lívið hjá samgonguni væntandi gerst bíligari av tí sama. 

- Hitt, sum eg haldi kanska, er meira áhugavert, er, at hann kanska lækkar prísin á tí seytjanda mandatinum á samgonguni. So at prísurin fyri at halda Sonju ella ein annan, sum liggur á kantinum í samgonguni, lækkar munandi, um nú Bill ella Miðflokkurin rættir hondina tvørturum aftur, sigur Ragnar Joensen, sum væntar, at Miðflokkurin kanska verður ein meira konstruktivur viðspælari hjá samgonguni framyvir.

- Hvørja ferð samgongan skal hava Sonju við sær, so er hon ikki so dýr at fáa við, sigur hann. 

Samhaldsføst samgonga

Ragnar Joensen heldur, at samtyktin í gjárkvøldið er ein stórur sigur fyri samgonguna, sum loksins kundi vísa eitt samanhald, sum hevur verið eftirlýst í so langa tíð. Og nú flugubein kundi setast við stóra - og fiskivinnusøguliga - uppskotið, er stundin komin til onnur stór mál, sum hava staðið í skugganum á fiskivinnunýskipanini:

- Hetta er kanska tað málið, sum hevur forðað mest av samgonguarbeiðinum tað síðsta árið - faktisk síðani samgongan tók við. Tað, sum samgongan helst vónar, er, at nú kemur ró á, so man kann arbeiða við øðrum málum, sum liggja og bíða, sigur Ragnar Joensen og nevnir eitt nú pensjónsnýskipanina og fíggjarlógina. 

- Tá hetta málið er avgreitt, hevur samgongan kanska bæði víst ta styrkina og tað samanhaldið, sum man hevur leitað eftir í alt ár. Fyri samgonguna er hetta ein stórur sigur, sigur Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur og politiskur viðmerkjari. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851