Vøksturin í fólkatalinum er minni enn fyrr í ár

Vøksturin í fólkatalinum er minni enn fyrr í ár
Enn er ov tíðliga at siga, um hetta er varandi, sigur Hagstovan
Kvinnur og menn í fólkatalinum seinasta árið.
Mynd: Hagstova  
 
14.12.2017 - 09:23

Fólkatalið í Føroyum veksur framvegis, men ikki við somu ferð sum í summar og í heyst.

Orsøkin er, at burðaravlopið og nettotilflytingin eru minkað eitt vet, sigur Hagstovan.

Men broytingin er tó so lítil, at ikki ber til at siga enn, um hon er varandi.

Tann 1.november vóru 50.358 fólk í Føroyum, 662 fleiri enn 1.november í fjør.

Í 21 kommunum er fólkatalið vaksið. Tað stendur í stað í trimum kommunum og er minkað í fimm.

Minni vøkstur í Havn

Fólkatalið veksur skjóast í Vágum, Eysturoynni og Streymoynni, tá Tórshavnar kommuna ikki er tald við.

Nú er ikki longur sama ferð á vøkstrinum í Tórshavnar kommunu.

Frá 1.november 2016 til 1.november 2017 eigur Tórshavnar kommuna 31 prosent av tí, sum fólkatalið vaks.

Hetta talið var 56 prosent árið frammanundan, frá 1.november 2015 til 1.november í 2016.

42 prosent av fólkinum í Føroyum búgva í Tórshavnar kommunu. 

Fleiri menn 

Fleiri menn enn kvinnur flyta til Føroya, og tað ávirkar fólkavøksturin í landinum.

Hagstovan sigur, at frá 1.november í fjør til 1.november í ár er fólkatalið vaksið 662, 344 menn og 318 kvinnur.

Munurin sæst týðiligast í nettotilflytingini, har vóru 239 mannfólk og 185 konufólk.

Men 36 fleiri gentur enn dreingir blivu føddar í tíðarskeiðinum.

Færri fólk flyta úr Føroyum nú. 

Ikki síðani 1980 eru so fá fólk flutt úr Føroyum sum frá 1.november í fjør til 1.november í ár.

Og ikki síðani 2002 eru so nógv fólk flutt til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652