109.285 laksar í nótini, sum hol kom á á Gulanum

109.285 laksar í nótini, sum hol kom á á Gulanum
Holið er møguliga komið av øðrum enn veðrinum, tí tað er so óvanligt, og nótin er spildurnýggj, sigur stjórin á Bakkafrosti
Bakkafrost hevur havt aling á Gulanum í átta ár, men hevur ongantíð havt slíkt óhapp har fyrr.
 
15.12.2017 - 12:48

Bakkafrost veit ikki enn, um allur fiskurin er sloppin úr nótini á Gulanum, sum skrædnaði í illveðrinum í síðstu viku.

109.285 laksar vóru í nótini.

Holið í nótini kann hava verið har í nakrar dagar, áðrenn kavarar sluppu niður í nótina fyri veður, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

Hann sigur, at gørn vórðu sett uttan um nótina, men eingin fiskur kom í tey.Óhappið undrar Regin Jacobsen, tí nótin var spildurnýggj og av sterkasta slagi. Hon varð kannað fáar dagar, áðrenn óhappið hendi.  

Løgið hol

Holið á nótini er eisini óvanligt og stórt, tí tað er tvørtur um styrkingarnar og tvørgangandi línur í nótini.

Illgruni er tí um, at okkurt er farið í nótina. Hon er ikki bara farin av veðrinum.

Annars var veðrið sera ringt fyri einari viku síðani, og landnyrðingur er ringasta ætt á Gulanum.

Tryggjaður fyri kostprís

Laksurin er tryggjaður, men fyri kostprís, fyri tað, sum tað hevur kostað Bakkafrosti at ala hana higartil. Tað eru millum fýra og fimm milliónir krónur.

Ikki ber til at tryggja laks fyri tað, sum hevði fingist fyri hann, tá hann verður seldur.  

Laksurin, sum var í skrædnaðu nótini á Gulanum, skuldi takast um eitt ár.

Laksurin, sum slapp, var 1,8 kg. í miðal.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691