Krevja 7,4 milliónir í endurgjald

bannari
15.12.2017 - 12:05
AktueltPolitikkur
Krevja 7,4 milliónir í endurgjald
Fiskimálaráðið hevði ongan rætt til at taka 10% av Barentshavs-kvotunum og selja tær á uppboðssølu, hvørki í 2016 ella í 2017, sigur PF Enniberg
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Og Fiskimálaráðið hevur heldur ikki rætt til at ognartaka allar kvoturnar í Barentshavinum fyri síðani at luta part av teimum út aftur til tey reiðarí, sum hava fiskað í Barentshavinum í fleiri áratíggju. Eitt somikið stórt inntriv í virksemi hjá fyritøkum má gerast við 25 ára fráboðan.

Tað sigur reiðaríið hjá Enniberg, sum tí dregur Fiskimálaráðið í rættin.

Stevningin 26 síður

Beint áðrenn løgtingið fór undir 3.viðgerð av lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi, datt ein umfatandi stevning inn á borðið í Fiskimálaráðnum. Avsendarin er reiðaríið Enniberg.

Stevningin er drúgv - 26 síður umframt fylgiskjøl. Í høvuðsheitum eru tað trý viðurskifti, sum reiðaríið vil hava rættarskipanina at taka støðu til.

Fyrsti parturin snýr seg um politisku avgerðina at selja part av føroysku kvotunum í Barentshavinum á uppboðssølu í 2016 og 2017. Talan var um eina royndaruppboðssølu, har 10 prosent av føroysku Barentshavs-kvotunum skuldu seljast.

Ognartøku-inntriv

Frammanundan høvdu trý reiðarí havt rættin at fiska í Barentshavinum. Býtislykilin millum hesi trý reiðaríini hevur síðani einaferð í áttatiárunum verið tann, at JFK-samtakið hevur 46 prosent av føroysku kvotunum, Framherji-samtakið 31 prosent, og Enniberg írestandi 23 prosentini. 

Men í 2016 og aftur í 2017 gjørdi Fiskimálaráðið av, at 10 prosent av hesum kvotunum skuldu seljast á royndaruppboðssølu - og so fingu nevndu trý reiðaríini restina at býta millum sín eftir nevnda býtislykli.

Men Fiskimálaráðið hevur ongan rætt til at taka burturav kvotunum, sigur reiðaríið Enniberg, sum í stevningini skýrir avgerðina at vera "ognartøku-inntriv."

7,4 mió í endurgjald

Felagið vil tí hava endurgjald fyri hesi tonsini, sum vórðu klípt burturav Barentshavskvotunum. Kravið er 3,9 milliónir krónur fyri 2016 og 3,5 milliónir fyri 2017. Harumframt krevur reiðaríið prosess-rentu omaná.

Enniberg keypti kvotu á royndaruppboðssøluni í 2016, men misti pengar uppá tað. 

Og her kemur annar parturin av stevningini inn í myndina. Tí sambært serligu lógini, ið varð gjørd fyri royndaruppboðssølurnar, verður ásett við lóg, at manningin skal ikki bera sín part av teimum útreiðslum, sum reiðarí hava av at keypa kvotur á royndaruppboðssølu.

Tað er eitt beinleiðis inntriv í galdandi sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Enniberg í stevningini.

Missa veiði- og fiskirættindi

Triði parturin av stevningini snýr seg beinleiðis um tað lógaruppskot um fyrisiting av sjófeingi, sum løgtingið samtykti endaliga við 3. viðgerð týsdagin.

Reiðaríið vísir á, at lógaruppskotið samanumtikið viðførir, at saksøkjarin missir øll verandi veiði- og fiskirættindi. Treyðugt so fær reiðaríið part av hesum aftur - men tað verður við somikið munandi avmarkingum, at talan er um "ognartøku-inntriv." Og slík inntriv kunnu ikki gerast við minni enn 25 ára freist, sigur Enniberg í stevningini móti Fiskimálaráðnum.

Felagið vísir á, at lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi hevur við sær, at fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum hjá Enniberg fullkomiliga verður burtur. Tað verður óamannaverk at reka fiskivinnu - tað verður næstan ikki gjørligt at útvega neyðuga fígging og avleiðingin verður eisini, at virði á Enniberg minkar munandi, stendur í stevningini.

Í mai mánað í 2017 samtykti løgtingið at siga upp øll veiðiloyvi at fara úr gildi 1.januar í 2018. Tað vil siga við 10 ára freist. 

Reiðaríið hjá Enniberg vísir á, at tað finnast ikki sakligar orsøkir, herundir "afgørende samfundsmæssige hensyn" fyri inntrivinum, sum lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi leggur upp til. 

Reiðaríið metir seg tí hava rætt til endurgjald, svarandi til allan fíggjarligan miss, komandi 25 árini. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. apríl
Flaggdagur og sjónleikur
80285
Hósdag 26. apríl
Radarin: Børn lesa ov lítið
80286
Hósdag 26. apríl
Áðrenn Elvis - 260418
80265
Týsdag 24. apríl
Nón - TemaTýsdagur, Grønland
80214
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. apríl
25 minuttir: Jóannes Jakobsen
80057
Mánadag 23. apríl
3-2
80181
Sunnudag 22. apríl
Møti úr Ebenezer í Havn
80107
Sunnudag 22. apríl
Andaktin
80122
Fríggjadag 20. apríl
Lyst 14
79977