Fleiri hundrað fólk verða rakt

Fleiri hundrað fólk verða rakt
Støðan verður álvarslig, um Almannaverkið ikki fær undantøk frá herdu tiltøkunum hjá Pedagogfelagnum, sigur stjórin í Almannaverkinum.
 
15.12.2017 - 07:06

Fær Almannaverkið ikki undantøk frá herda verkfallinum hjá Pedagogunum, verður lív og heilsa hjá fleiri hundrað fólkum sett í vanda. Tí boðar stjórin í Almannaverkinum frá í tíðindaskrivi í morgin.

Niðurstøðan er, at um ikki Almannaverkið fær undantøk fyri í minsta lagi 141 starvsfólk í fráboðaða verkfallinum, so kann Almannaverkið ikki standa inni fyri trygdini og heilsuni hjá í minsta lagi 253 borgarum, sigur Edvard Heen, stóri í Almannaverkinum, í tíðindaskrivi í morgun.

Tað vera serliga tær 12 eindirnar í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum, ið verða hart raktar. Har starvast tilsaman 589 fólk eftir sáttmála við Føroya Pedagogfelag, sæst í tíðindaskrivinum frá stjóranum í Almannaverkinum.

Fíggjarmálaráðið hevur kært Pedagogfelagið til Fasta Gerðarrættin, tí Pedagogfelagið ikki vil geva undantøkini, ið Fíggjarmálaráðið vil hava.

Pedagogfelagið herðir verkfallið klokkan átta í morgin, so allir limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum fara í verkfall.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652