Løgtingið samtykt uppskot um lestrarstuðul

Løgtingið samtykt uppskot um lestrarstuðul
Ferðastuðulin hjá teimum, sum lesa í Danmark, lækkar 900 krónur, niður í 1500 krónur. Lesandi fáa tó við broytingini lestrastuðul allar 12 mánaðir
 
15.12.2017 - 11:37

Tingið hevur endaliga samtykt uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at lesandi á hægri lestri skulu fáa lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar í árinum og samstundis lækka ferðastuðulin.

Eitt broytingaruppskot við triðju viðgerð frá Bjørn Kalsø, Jogvani á Lakjuni, Bill Justinussen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, um at varðveita ferðastuðulin óbroyttan, fall.

Ferðastuðulin hjá lesandi í Danmark hevur verið 2400 krónur, í Evropa 4.000 kr., og hjá teimum, sum lesa aðrastaðni, hevur ferðastuðulin verið 5.000 kr.

Við triðju viðgerð varð uppskotið hjá Rigmor Dam endaliga samtykt við teimum broytingum, sum meirilutin í mentanarnevndini skeyt upp við 2. viðgerð. 

27 atkvøður vóru fyri, tríggjar ímóti, og tríggjar vóru blankar.

Við broytingini verður studningurin 4.315,00 kr. um mánaðin, og upphæddin til lestrarlán verðuyr í mesta lagi 2.419,00 kr. um mánaðin. 

Ferðastuðulin hjá teimum, sum lesa í Danmark, lækkar 900 krónur, niður í 1500 krónur.

Landið væntar at spara 1,7 milliónir krónur um árið, tá ferðastuðulin lækkar, men at rinda studning alt árið kostar umleið 5 milliónir krónur.

Ein ferðaseðil aftur og fram til Danmarkar kann nú keypast fyri góðar 1200 krónur, varð upplýst í viðmerkingunum til lógaruppskotið, tá tað varð lagt fram. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887