Neyvari reglur í kunngerð um listafólkaløn

Neyvari reglur í kunngerð um listafólkaløn
Fólk kunnu fáa listafólkaløn í níggju ár
Listafólkalønin er sum læraralønin á lønarstigi 21, stig 1, sum í løtuni er 26.661 kr.
 
15.12.2017 - 13:12

Fólk kunnu nú fáa listafólkaløn í níggju ár út í eitt, tað eru tríggar ferðir trý ár.

Kunngerðin um Mentanargrunn landsins er broytt, so parturin, sum eitur listafólkaløn, er vorðin neyvari.

Endamálið við listafólkalønum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum burturav arbeiða við list. 

Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving, ella hava samsvarandi royndir á listaliga økinum.

Faknevndir

Nevndin fyri Mentanargrunnin setir faknevndir, sum viðgera umsóknirnar um listafólkalønir, og gera tilmæli.

Í faknevndunum eru fólk, sum hava útbúgving í ávísu listaøkjunum.

Aðrar broytingar eru eisini gjørdar í kunngerðini.

Í upprunaligu kunngerðini, sum kom í 2000, stendur, at stuðul kann latast til fløgur.

Nú stendur, at stuðul kann latast til tónleikaútgávur.  

Og nú eru roknskapur og frágreiðing um stuðlaða verkætlan treyt fyri nýggjari tilsøgn um stuðul.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012