Brúka 30 milliónir til oljuleiting

Brúka 30 milliónir til oljuleiting
Noreg fer at brúka nógvar milliónir til oljuleiting í íslendska havøkinum við Jan Mayen, hóast stórur meiriluti av Stórtinginum er ímóti ætlani
 
17.12.2017 - 12:08

Mikudagin bleiv avgerð tikin um, at Noreg fer at nýta góðar 30 milliónir krónur til oljuleiting í íslendska havøkinum við Jan Mayen.

Hetta hóast stórur meiriluti av stórtinginum er ímóti ætlanini.

Funnist verður at ætlanini, tí Noreg vil ikki loyva leiting í norska partinum við Jan Meyen, men játtar samstundis pengar til oljuleiting í íslendska økinum, sum bert er nakrar fáa fjórðingar frá norska økinum.

Í ávísum økjum í havbotninum við Jan Meyen, umskarast norska og íslendska markið, og tað er tí sum stjórnin ger sær dælt av.

Tað er norska felagið, Petoro Iceland, sum tað almenna eigur, sum eigur 25 prosent av eini ætlan um at leita eftir olju í økinum, sum skal standa fyri verkætlanini. Og talan er um eina avtalu sum er 25 ára gomul, um at royna at finna eitthvørt í økinum.

Roknað verður við at finna bæði olju og gass, bæði í norska og íslendska økinum.

Umframt tær 30 milliónir kr sum skulu nýtast við Jan Meyen, hevur norska stjórnin áttað 40 milliónir krónur, sum skulu nýtast til at leita eftir olju og gassi í íslendskum øki. Tað verður somuleiðis gjørt umvegis Petori Iceland, sum eisini virkar í Íslandi. Har eru longu seismikkkanningar gjørdar, og fleiri kanningar skulu gerast í 2018.

Eftir ætlanini skal Petoro Iceland longu í fyrsta fjórðingsári í 2018, gera av, hvussu farast skal fram.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819