Barsilsfarloyvi longt

Barsilsfarloyvi longt
Barsilsfarloyvi verður nú 46 vikur, og harumframt verður eftirlønargjald lagt omaná. Tað samtykti Løgtingið við 2. viðgerð í gjár
 
19.12.2017 - 09:26

Eitt samt løgting tók í gjárkvøldi undir við lógaruppskotinum um at leingja tíðarskeiðið, foreldur hava rætt til at vera í barsilsfarloyvi við løn, við tveimum vikum - úr 44 vikum upp í 46 vikur.

14 tær fyrstu vikurnar eru markaðar mammuni, 4 vikur eru markaðar pápanum, og síðan hava foreldrini 28 vikur at býta sínámillum, sum tey vilja. 

Lógarbroytingin leingir eisini tíðarskeiðið, sum ættleiðingarforeldur kunnu vera í barsil við løn, úr 48 vikum upp í 50 vikur. 

Sambært lógaruppskotinum, sum varð samtykt við 2. viðgerð í gjárkvøldi, verður ikki neyðugt at hækka inngjaldið í Barsilsskipanina, hóast foreldur fáa rætt til fleiri pengar úr skipanini. Barsilsgjaldið er í løtuni 0,71 prosent av lønini.

Undir viðgerðini segði Rættarnevndin seg tó hava fingið upplýst, at sambært útreiðslugongdini higartil í ár er líkt til, at átta milliónir krónur mangla í játtanini. Tí ivast nevndin, um játtanin fyri 2018 strekkir til øktu útreiðsluna við ætlaðu broytingunum. Tí biður nevndin landsstýrismannin tryggja, at játtanin til Barsilsskipanina verður í samsvari við lógarbroytingina.

Lógaruppskotið kemur ætlandi til 3. viðgerð í vikuni - og broytingin fær gildi 1.januar. Tó skulu KT-skipanir broytast, og tí verður útgjaldið ikki broytt fyrr enn 1. mars næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584