Tilflytarar verða fluttir heimaftur

Tilflytarar verða fluttir heimaftur
Tilflytarar, sum hava roynt at sleppa til Evropa, hava hildið til í legum í Libya. CNN hevur avdúkað, at teir stundum verða viðfarnir sum trælir.
 
19.12.2017 - 09:15

Flogfør við tilflytarum fara hvønn dag úr Libya til Nigera, Fílabeinsstrondina, Senegal og onnur lond í Afrika.

Tilflytararnir hava hildið til í legum í Libya, og CNN hevur avdúkað, at teir stundum verða viðfarnir sum trælir.

Tá hetta kom undan kavi, komu afrikanska samgongan og ES ásamt um at senda tilflytararnar heimaftur. 

Ætlanin er at senda 15.000 tilflytarar úr Libya fyri nýggjár.

Libya hevur verið transit-land fyri túsundtals tilflytarar úr Afrika, sum royna at sleppa til Evropa. 

At borgararkríggj herjar í Libya, ger støðuna uppaftur verri.

Afrika-tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum, Søren Bendixen, sigur, at tað er misjavnt, hvat tilflytararnir koma heimaftur til.

Teir eru sera vónsviknir av, at royndin at sleppa til Evropa miseydnaðist, sigur Søren Bendixen. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585