Ársins fyrstuhjálpari

Ársins fyrstuhjálpari
Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum Ársins Fyrstahjálpara
 
20.12.2017 - 15:30

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Ársins Fyrstihjálpari fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og peningagávu frá Betri Trygging.

Reyði Krossur varpar við hesum tiltaki ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Einstaklingar, virki og stovnar kunnu lata inn uppskot.

Evstamark at senda Reyða Krossi inn uppskot er 19. januar 2018.

Týsdagin 27. februar verður so avdúkað, hvør verður Ársins Fyrstihjálpari, og tað tiltakið verður í hølunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584