Tunnil til Dals

bannari
Tunnil til Dals
Tunnilstoymið, sum eftir ætlan skal bora tunlar til fleiri bygdir, skal raðfesta Dalstunnilin fyrst og síðani Tjørnuvíkartunnilin
Mynd: Wikipedia  
 
20.12.2017 - 10:36

Tað sigur meirilutin í fíggjarnevndini í álitinum til fíggjarlóg, sum varð samtykt í gjárkvøldið.

Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini skutu upp at játta eina millión krónur aftrat til tunnilstoymið, og tað varð eisini samtykt við aðru viðgerð.

Men við triðju viðgerð varð uppskotið broytt soleiðis, at eyka milliónin skal ikki fara til tunnilstoymið, men til at breiðka Oyndarfjarðarvegin í staðin.

Javnaðarflokkurin og Framsókn í fíggjarnevndini løgdu hetta broytingaruppskotið fram saman við Jógvani Skorheim í Sjálvstýri, og tað varð samtykt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652