Viðgjørdu fíggjarlógina á miðjari nátt

bannari
20.12.2017 - 15:37
AktueltPolitikkur
Viðgjørdu fíggjarlógina á miðjari nátt
- Tað er óheppið at hava fíggjarlógarviðgerð á miðjari nátt, men í hesum førinum metti eg, at fyrimunirnir vigaðu meir enn vansarnir.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Tað sigur Páll á Reynatúgvu, Løgtingsformaður.

Jólini nærkast, nýggjárið nærkast, og tað er síðsta freist hjá løgtinginum at samtykkja fíggjarlóg fyri komandi ár.

Og tað kláraði løgtingið í ár - enntá fleiri dagar áðrenn jól.

Onnur viðgerð av fíggjarlógini tók allan dagin í gjár, og tingformaðurin gjørdi av at fara undir triðju viðgerð klokkan hálvgum tólv í gjárkvøldið. Tað hevði við sær, at fíggjarlógin ikki varð endaliga samtykt fyrr enn eitt korter til trý í nátt.

Páll á Reynatúgvu, tingformaður, hevur fyrr sagt, at hann fegin vil sleppa undan at viðgerða týdningarmikil mál á miðjari nátt.

Løgtingsformaðurin sigur við útvarpið, at tað var óheppið, at viðgerðin gjørdist so sein, men samstundis metti hann, at tað var ráðiligt at halda áfram við 3. viðgerð seint í gjarkvøldið.

Broytingaruppskot í evstu løtu

Nakrar av broytingunum millum aðru og triðju viðgerð vóru ikki viðgjørdar ella lýstar frammanundan. Onkur andstøðufólk hildu lítið um, at til dømis broytingaruppskot um rock-savn í Klaksvík og skjalasavn á Tvøroyri komu inn av síðulinjuni móti endanum.

Páll á Reynatúgvu sigur, at tað hevði borið til at havt ein dag ímillum viðgerðirnar, soleiðis at fólk kundu kunna seg um nýggju átøkini, men hetta helt hann kortini ikki vera neyðugt.

At okkurt nýtt kemur inn áðrenn triðju viðgerð er tekin um fjølbroytni í politisku skipanini, heldur hann.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. apríl
- Gagnar sannleikin nøkrum?
80099
Leygardag 21. apríl
Morgunlestur leygardagur 21. apríl 2018
79724
Fríggjadag 20. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 20. apríl 2018
79723
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. apríl
Lyst 14
79977
Hósdag 19. apríl
Gud signi Føroyar 6:6
79994
Mikudag 18. apríl
25 minuttir: Bára Silvansdóttir
79974
Mánadag 16. apríl
3-2
79896
Sunnudag 15. apríl
Møti úr Oasuni í Hoyvík
79843