Bilur koyrt inn í mannamúgvu í Melbourne

Bilur koyrt inn í mannamúgvu í Melbourne
19 fólk vórðu løstað, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í miðbýnum í avstralska býnum Melbourne.
 
21.12.2017 - 10:23

Løgreglan sigur, at bilurin eftir øllum at døma koyrdi á fólkini við vilja, men tað er ikki greitt, um talan er um eina yvirgangsatsókn. 

13 fólk eru løgd inn á sjúkrahús, og eitt barn er millum teirra, sum hava fingið álvarsamar løstir.

Maðurin, sum koyrdi bilin, er tikin, upplýsir løgreglan.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein slík hending hevur verið í Melbourne.

Í januar lótu fimm fólk lív, tá ein 26 ára gamal maður rendi á eina mannamúgvu. 37 fólk vórðu løstað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652