Føroya arbeiðsgevarafelag: loysið ósemjuna sjálvi

Føroya arbeiðsgevarafelag: loysið ósemjuna sjálvi
Fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg eiga ikki at royna at sannføra politikarar um hetta og hatta, tá verkfall ella verkbann eru
 
21.12.2017 - 10:36

Tey eiga sjálvi at loysa ósemjuna. Lóggevandi valdið, løgtingið, skal bara í heilt serligum førum leggja seg út í samráðingar á arbeiðsmarknaðinum.

Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag, nú pedagogar eru í verkfalli, og teir flestu eru verkbannaðir. 

Felagið sigur, at eitt stríðsstig á arbeiðsmarknaðinum, verkfall ella verkbann, eigur ikki at koma óvart á nakran.

Tá ein sáttmálapartur lýsir verkfall ella verkbann, má man ganga út frá, at parturin er tilvitaður um, hvat hetta merkir, sigur Arbeiðsgevarafelagið og leggur afturat, at sáttmálaparturin má tí klára at standa við stríðsstigið, til semja er funnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652