Tíðindaleiðarin søgd úr starvi í dag

Tíðindaleiðarin søgd úr starvi í dag
Liljan Weihe er í dag søgd úr starvi sum tíðindaleiðari í Kringvarpið Føroya
 
21.12.2017 - 17:08

Liljan Weihe fekk ætlanarskriv um uppsøgn 30. november og hevur havt 14 dagar at svara ætlanarskrivinum.

Sambært kringvarpsstjóranum er orsøkin illoyali atburður hennara mótvegis stjóra og stovni við at skriva ósannindi um stjóran til stýrisformannin og lata hesi ósannindi leka út, soleiðis at tað m.a. stóð at lesa í Vikuskiftis Sosialinum 24. november 2017.

- Tíðindaleiðarin hevur við hesum illoyala atburði móti stovninum hevur skatt umdømið hjá stovninum og álitið á leiðsluna á slíkan hátt, at avgerð er tikin um at loysa hana úr starvi. Viðmerkingarnar í hoyringssvarinum hava ikki broytt upp á ætlanina, sum soleiðis er framd í dag. Tíðindaleiðarin er sostatt loyst úr starvi sínum við virknaði frá 1. januar 2018 við uppsagnartíð samsvarandi setanarbrævinum, og er hon fríttstillað í uppsagnartíðarskeiðnum, sigur Johnny í Grótinum, m.a. í kunning til miðlarnar í dag. 

Starvið, sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, verður lýst leyst at søkja í næstum, sigur stjórin.

Liljan Weihe góðtekur ikki uppsøgnina og ætlar sær víðari við málinum. 

Sigmund Poulsen advokatur hjá Liljuni Weihe sigur soleiðis í stuttari viðmerking:

- Vit fara víðari við málinum. Sjálvt um Liljan Wheihe skuldi verið illoyal, er ikki grundarlag fyri at siga henni upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585