Atkvøða ímóti viðurkenning av Jerusalem

Atkvøða ímóti viðurkenning av Jerusalem
Tilsamans 128 lond atkvøddu fyri eini samtykt, sum áleggur USA at broyta sína samtykt um at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael.
 
22.12.2017 - 11:21

Avkvøðugreiðsla var í ST-høvuðssætinum í gjárkvøldið. Níggju lond atkvøddu ímóti, og 35 atkvøddu ikki,  - millum annað Ísland og Kanada.

21 lond vóru ikki tilstaðar, tá atkvøðugreiðslan fór fram.

Hon er ein sigur fyri palestinar, sum frammanundan høvdu vónað, at í minsta lagi 150 lond møttu til atkvøðugreiðsluna.

Netanyahu: ST er lygnunar hús

Ísraelski forsætisráðharrin, Bemjamin Netanyahu, hevur sagt, at Jerusalem verður høvuðsstaður Ísraels, - sama, um ST viðurkennur tað ella ikki.

Undan atkvøðugreiðsluni í gjárkvøldið lýsti Netanyahu ST at vera "húsið sum lýgur". Hann legði afturat, at hugburðurin mótvegis Ísrael er í ferð við at broytast í nógvum londum. 

- Og sum frálíður fer tað eisini at treingja inn í ST - lygnunar hús, segði ísraelski forsætiráðharrin.

Smeitur til Trump

Samtyktin er ikki bindandi, men er kortini dyggur smeitur fyri amerikanska forsetan, Donald Trump. Hann staðfesti fyri stuttum, at USA viðurkennur Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, og at amerikanska sendistovan skal flytast til Jerusalem.

Fleiri lond kring allan heim fordømdu avgerðina. Ísrael hevur hertikið Eystur-Jerusalem og tað er í stríð við altjóða sáttmálar, og paletinar vilja hava partin av býnum, sum sín komandi høvuðsstað.

Í altjóða sáttmálanum stendur eisini, at støðan hjá Jerusalem er ein samráðingarspurningur millum Ísrael og Palestina.

Fyrradagin hartaði Donald Trump tjóðirnar, sum fóru at atkvøða ímóti amerikonskum áhugamálum í ST. New York Times skrivar, at Trump hótti við, at tey fara at missa fíggjarliga stuðulin frá USA:

- Vit fylgja við hesum atkvøðunum. Lat tey bara atkvøða ímóti okkum, tí so spara vit nógv. Tað leggja vit einki í, segði amerikanski forsetin, sambært New York Times.

Ymisk á máli

Amerikanski ST-sendiharrin, Nikki Haley, segði í røðu síni beint undan atkvøðugreiðsluni, at USA fer at minnast henda dagin, tá álop varð framt móti landinum í ST-aðalráðnum. 

- Hetta fara vit at minnast næstu fer, at heitt verður á okkum um at játta størsta stuðulin til ST, segði Nikki Haley.

Turkiski forsetin, Recep Tayyio ERdogan, svaraði ígjár aftur hóttanini frá Trump.

- Eg tosið til allan heimin. Ikki selja tykkara demokratiska vilja fyri smápengar, segði Erdogan í sjónvarpaðari talu ígjár.

Turkiski forsetin legði aftrat, at hann heldur, at heimurin fer at geva USA ein lærupenga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691