Kunngerðirnar um nýggja fiskiskapin eru á veg

Kunngerðirnar um nýggja fiskiskapin eru á veg
Fiskivinnuráðið hevur fingið 18 kunngerðir til ummælis. Helvtin er avgreidd
Lógin er lýst. Men kunngerðirnar eru ikki komnar enn.
 
27.12.2017 - 12:33

Eingin kunngerð um nýggju fiskivinnulógina er lýst enn.

Men tær eru á veg og koma fyri nýggjár, verður sagt í Fiskimálaráðnum.

Fiskivinnuráðið hevur ummælt helvtina av kunngerðunum og hevur fund aftur í dag:  

Lógin um fiskiskapin í framtíðini er lýst, og hon fer at virka á midnátt sunnukvøldið.

Eingin kunngerð enn

Enn er tó eingin kunngerð, sum skal nágreina partar í lógini, komin. 

Men tær koma næstu dagarnar, sigur aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert.

Uppskot um kunngerðirnar, sum skulu lýsast nú í vikuni, eru send Fiskivinnuráðnum til ummælis.

Fiskivinnuráðið hevur havt ein fund, hann var 21.desember, og hevur svarað Fiskimálaráðnum, og ráðið hevur fund aftur seinnapartin í dag, klokkan eitt.

Allar koma ikki nú

Ikki er neyðugt at lýsa allar kunngerðirnar í sambandi við nýggju lógina um sjófeingi longu nú. 

Og verandi kunngerðir, sum eisini kunnu brúkast eftir nýggjár, halda fram. 

Rógvi Reinert sigur, at reiðarar vita, hvussu teir skulu bera seg at eftir nýggjár, tí teir hava fólk í Fiskivinnuráðnum, sum hevur fingið kunngerðirnar.

Jóanna Djurhuus, forkvinna í Fiskivinnuráðnum, sigur, at ráðið fekk 18 kunngerðir til ummælis. 

Okkurt um helvtin av teimum er eftir at viðgera, og roynt verður at avgreiða tær seinnapartin í dag.

Landsstýrið fær kunning frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um kunngerðirnar. Landsstýrisfundurin verður í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585