Verkfallið er framvegis óbroytt

Verkfallið er framvegis óbroytt
Verkfallið hjá pedagogunum stendur við, men at tað versnar er kanska at gera ov nógv av.
 
30.12.2017 - 15:48

Formaðurin í Pedagogfelagnum sigur, at tey enn eru í bíðistøðu og umhugsa, hvussu tey skulu herða tiltøkini.

Ógvusliga átakið í so mátta er at taka pedagogarnar, sum arbeiða í fólkaskúlunum kring landið, heim. Teir eru umleið 100 í tali. 

Men enn er støða ikki tikin til, um ella nær hetta stigið skal takast.

Í gjár sendi Pedagogfelagið út skriv, eina eftirlýsing, sum tey kallaðu tað, og spurdu, hvar Annika Olsen, forkvinnan í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, og landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum eru í hesum málinum. 
Tær báðar hava ikki latið við seg koma seinastu dagarnar.

Eftirlýsingin hjá Pedagogfelagnum er soljóðandi:

Báðir politisku leiðararnir fyri samráðingarnar vilja ikki úttala seg til miðlarnir um, hví semja ikki kann fáast við Føroya Pedagogfelag.

Politisku grundgevingarnar fyri, hví limirnir hjá Pedagogfelagnum ikki skulu fáa líka løn fyri líka útbúgving eru ikki til.

Og tí tora tær ikki tosa við miðlarnar um tað.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sleingja um seg við grundgevingum um, hvussu dýrt tað verður fyri samfelagið.

Veruleikin er bara tann, at talan er um eitt láglønt kvinnufak, sum einans krevur sín rætt at verða lyft upp á slætt.

Og talan er um ein brøkpartskostnað – ella piparnøtur – av teimum risa íløgunum, sum gjørdar verða her á landi í hesum døgum.

Vísið kvinnumót og standið við tykkara politisku lyfti givin til Føroya størsta starvsbólk!


Um endamálið við hesum skrivi var at fáa eina reaktión, eitt svar, frá forkvinnuni í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og landsstýriskvinnuni í Fíggjarmálum, miseydnaðist hetta, tí hvørki Annika Olsen ella Kristina Háfoss hava gjørt vart við seg síðani.
Kringvarpið hevur í gjár og í dag roynt at fingið fatur á teimum báðum. Hvørgin tekur telefonina, hvørki í gjár ella í dag - men í gjár svaraðu báðar við sms-boðum og vildu ikki gera samrøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010