Kom við seinasta flogfarinum í ár og varð tikin

Kom við seinasta flogfarinum í ár og varð tikin
Sambært politinum hevði kvinna rúsevni við úr Danmark
Seinasta sunnunáttin í árinum var friðarligari enn aðrar, sigur politiið.
 
31.12.2017 - 10:20

Ein ung kvinna varð tikin á flogvøllinum í gjárkvøldið, tá hon kom við seinasta flogfarinum úr Keypmannahavn í ár.

Hon hevði eina ectasy tablett og eitt gramm av hashi við sær.

Hóast nøgdin er so lítil og fyrr hevði verið avgreidd við einum sektaruppskoti, noyðist fútin í rættin við henni seinni, tí tað krevur lógin um rúsevni, eftir at hon er broytt.

Annars var stak friðarligt í nátt, friðarligari enn eina vanliga sunnunátt, sigur politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691