Bestu listaupplivingar í 2017

Bestu listaupplivingar í 2017
Kinna Poulsen, listaummælari og bloggari, gevur her sítt boð uppá ársins bestu listaupplivingar
 
02.01.2018 - 15:50

Listaupplivingarnar í Føroyum eru við árunum vorðnar fleir og fleir, og tað kann nærum tykjast ógjørligt at fylgja við í, hvat rørir seg á listapallinum. Ein sum bæði fylgir væl við, kuraterar og vitjar so at siga allar listaframsýningar og listaupplivingar er Kinna Poulsen, listaummælari, bloggari v.m. Hon gevur her sítt boð um ársins fimm bestu listaupplivingarnar í 2017.

 

List er ikki nøkur ítrótt og tað ber illa til at kappast um list. At eg allíkavæl havi játtað at nevna mínar bestu listaupplivingar í brátt farna ári er orsakað av, at nakrar upplivingar verða verandi í minninum, meðan aðrar hvørva so líðandi. Eg havi sjálv kuraterað ella verið uppií seks framsýningum í ár, sum eg ikki taki við her fyri ikki at vera inhabil. Eg havi tó valt at taka framsýningina hjá Tóroddi Poulsen við, tí tey nýggju verkini á teirri framsýningini taldust millum tær góðu listaupplivingarnar í 2017. 

 

Anker Mortensen. Málningaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Anker Mortensen hevði heilar tríggjar listaframsýningar í senn í vár, sum allar vóru góðar, men málningarnir á hesi framsýningini vóru einastandandi góðir, lýsandi bláir og violettir. Anker Mortensen er abstraktur málari, hansara vøkru lyrisku abstraktiónir hava ein heilt serstakan spiritualitet og flog, sum veruliga merktist á framsýningini í Gamla Seglhúsinum. 

 

Jón Sonni Jensen. Framsýningin Viscera Construct. Framsýning í hølunum hjá Inova í Havn

Ein óvanliga samanhangandi og ambitiøs framsýning, hvørs heiti bæði sipar til innvølir og byggivirksemi. Verkini eru tilfarsgranskandi við denti á mótsetningar sum flótandi og hart, tungt og lætt, organiskt og mekaniskt og harvið tykist staðsetingin av framsýningini í einum vísindaligum granskaraumhvørvi uppløgd og væl hugsað. Tað er yvirhøvur hugaligt at síggja føroysku listina spríkja fram á nýggjum og øðrvísi pallum.

 

Anny Djurhuus Øssursdóttir. Framsýning Our bodies are merely a shell which conceal our heavenly soul. í Ostahúsinum í Havn

Vit hava upplivað ungu listakvinnuna úr Søldafirði áður m.a. á Ólavsøkuframsýningini. Hon ger installatiónir og setir sínar lutir og klæði upp og skipar tey í framsýningarrúminum eins og vóru tey partar av eini dadaistiskari heild. Fyri meg er sjálv pallsetingin av verkunum sera inspirerandi – eg haldi, at hon arbeiðir sera originalt við humor og humanismu.

 

Tóroddur Poulsen. Tóroddur & Co í Steinprenti í Havn

Framsýningarheitið Tóroddur & Co minti um onkra lítla fyritøku og sipar sambært einum av nýggju steinprentunum til eitt antikvariat, ið eftir øllum at døma er opið í allar ævir. Framsýningin var sum ein bókhandil, tí meginparturin av listaverkunum vóru mumificeraðar bøkur, ið vóru vavdar inn í tilfar og málaðar, og sum skuldu lesast á nýggjum sum myndlistaverk. 

 

Jóngerð Purkhús. Framsýning við tekstillist í Müllers Pakkhúsi í Havn

Hetta var ársins mest óvæntaða av teimum góðu listaupplivingunum í 2017. Purkhús arbeiðir við patchwork ella klútateppum, tvs. at hon klippir smáar lepar úr toyi og seymar tær saman eftir ávísum skipanum og tað er í litskipanunum og smáum forskjótingunum í skipanunum, at okkurt listarligt býr undir. Handverkliga eru teppini ómetaliga væl úr hondum greidd og lítið er at ivast í, at nógv tíð er farin við at tekna, klippa og seyma. Men í grundini er tað ikki so nógv tað handverkliga, tað snýr seg um. Eg eri sannførd um, at Jóngerð Purkhús kundi fingið list burtur úr lego, legði hon í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012