Kári spyr Høgna um eftirlit

Kári spyr Høgna um eftirlit
Kári P. Højgaard spyr, nær tað verður kravt, at eftirlitsfólk koma umborð á skipini, og hvør ber kostnaðin.
 
02.01.2018 - 11:44

Hava vit sama eftirlit við útlendskum skipum, sum fiska í føroyskum sjógvi, sum útlendingar hava við føroyskum skipum, ið fiska í t.d. norskum, russiskum og ES-sjógvi.

Tað fer Kári P. Højgaard í Sjálvstýri at spyrja Høgna Hoydal, landsstýrismann, tá munnligir fyrispurningar aftur verða í tinginum.

Kári P. Højgaard sigur, at Arctic Viking, sum er einasta rækjuskipið eftir í flotanum, noyddist at bíða í fleiri vikur eftir loyvi at fiska avtalaðu rækjukvotuna í russiskum sjógvi.

Samstundis varð kravt, at skipið óneyðugt skuldi sigla fleiri hundrað fjórðingar fyri at koma á og av fiskileið, tí stór øki í russiskum sjógvi eru stongd, og tá krevja myndugleikarnir, at skip skulu sigla fleiri dagar eyka.

Kári P. Højgaard spyr, nær tað verður kravt, at eftirlitsfólk koma umborð á skipini, og hvør ber kostnaðin.

Hann vísir á, at útlendsk skip fiska stórar nøgdir av serliga uppsjóvarfiski undir Føroyum, og tí er viðkomandi at vita, um somu og treytir eru galdandi fyri fremmand fiskiskip í føroyskum sjógvi sum fyri føroysk skip í útlendskum sjógvi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819