Podcastárið 2017

02.01.2018 - 16:10
Mentan
Podcastárið 2017
Podcasts er tað nýggja svarta. Men tað kann vera torført at finna rætta podcastin at lurta eftir. Her fært tú yvirlit yvir bestu podcasts í 2017
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Podcasts er tað nýggja svarta, og 2017 hevur verið eitt ár, har podcasturin veruliga hevur vunnið frama. Fleir og fleir íðnir podcastfjepparar daga undan, og bíligi og ómakasleysi miðilin við óendaligu podcaststreyminum við markleysum evnum er beint við hondina: ein telefon, ein app og hátalarar ella oyramikrofonir, og tú er til reiðar at lurta.

- Men hvørjar podcasts metir føroyska ókrúnaða podcastdrotningin, Linda Mortansdóttir, ið millum annað hevur framleitt podcastin, Til Lindu, hava verið teir bestu í 2017?

 

At lurta eftur einum góðum podcasti, er fyri meg ein friðløta. Ofta lurti eg, meðan eg gangi mær ein túr, hangi klæði út á snór, ruddi, o.a. Eg kann rýma inn í ein annan heim, til eina aðra tíð, til eitt annað stað og læra um ymiskar hendingar, ymisk menniskju - ja, um alt millum himmal og jørð. Eg hugsi sum so, at tá eg nú skal gera okkurt, ið krevur mína tíð, so kann eg tað sama nýta høvið til at læra og uppliva nakað nýtt samstundis við at lurta!
Eg lurti eftir nógvum ymiskum podcastum, men best dámar mær at lurta eftir narrativum frásøgnum.

Ofta eru tað stuttsøgur, onkuntíð eru tað meiri torskildar søgur, ið krevja, at søgurnar verða býttar upp í partar. Eitt nú innan sokallaðu, True Crime sjangruna. Henda sjangran hevur vundið nógv uppá seg seinastu árini. Startskotið til hetta var podcastrøðin SERIAL, ið kom út í 2014. Hetta bleiv ein mainstream sukses – ein sokallaður “game changer”.

Seinasta árið hevur verið eitt ár við nógvum góðum podcastum. So nógvar spennandi og áhugaverdar søgur hava verið at velja ímillum. Kanska ov nógvar, tí eg nái ikki at hoyra alt tað, eg fegin vildi. Eg lurti mest eftir spennandi true crime søgum og rannsakandi heimildarrøðum, men eisini tær styttri persónligu søgurnar hava fylt nógv. Tað er altíð torført at velja úr mongdini, men her er mín meting, hvat kundi verið eitt boð upp á fimm teir bestu podcastarnar í 2017.

 

S*TOWN
(Rannsakandi heimildarrøð – 7 partar)

John B. McLemore býr í Shittown Alabama. John hatar sín heimbý og ger av at seta ymiskt í verk, sum eina roynd í at betra um støðuna.
Hann setur seg í samband við tíðindamannin Brian Reed, ið hann kennir frá This American Life, ið er ein hin størsta og elsta podcastrásin í USA. John sigur seg hava eina søgu, ið Brian átti at tikið upp í podcastinum. Hann sigur seg vita um ein ungan mann í býnum, sum reypar av, at hann er sloppin avstað við at drepa ein mann. Løgreglan vil onki gera við málið, tí pápi viðkomandi er ríkmaður í býnum.
Brian leitar John upp og nú byrjar ein løgin, hugtakandi søga, ið tekur ein av bóli. Lurtarin upplivir eina sanna søgu, ið byrjar sum eitt, men sum endar sum nakað heilt annað. Søgugongdin er so ótrúliga væl samansett við góðum tónleiki, sum undirbyggir eitt heilt serligt huglag. Haravtrat hitta vit ein persón, vit ikki vita, hvat vit skulu halda um. Ein hjartanemandi søga, har tú ristur við høvdinum, missir vónina og vinnur hana aftur. Tú grætur, tú flennur. Hetta er útvarp, tá tað er best!
https://stownpodcast.org/

 

Missing Richard Simmons
(Rannsakandi heimildarrøð – 6 partar)

15. februar 2014, hvørvur fitness guruin Richard Simmons. Tú kennir hann: lítil krúllut orkubumba í litføgrum toppi og stuttum buksum. Frá degi til annan, fór Simmons frá at verða tann mest tilgongiliga Hollywood persónligheitin, til at taka seg fullkomuliga úr øllum sambandi við onnur menniskju. Filmskaparin Dan Taberski, ið eisini kennir Simmons persónliga, setur sær fyri at finna útav, hvat tað er, sum er hent við honum.
Hetta er ein sonn søga, har tú fært innlit inn í eina litríka verð í Hollywood. Ymisk fólk, við ymiskum tilknýti til Simmons siga frá, men við hoyra hugtakandi ljóðbrot og tónleik, ið tekna eina mynd av einum heilt serligum persóni. Lurta og hoyr, hvussu løgið søgan mennist.
https://www.missingrichardsimmons.com/

 

Dirty John
(True Crime heimildarrøð – 6 partar)

Hetta er ein søga innan true crime sjangruna. Christopher Goffard í L.A. Times sigur søguna um John Meehan – eisini kendur sum Dirty John. Hetta er ein sonn søga um tøling, lygnir, svik og vandamiklan kærleika.
59 ára gamla Debra Newell hittir dreymamannin John á eini Tinderdate. Tveir mánaðir seinni eru tey gift. Meðan tú lurtar, hugsar tú alla tíðina, at okkurt er áfatt. Nógvir spurningar stinga seg upp, og spakuliga savnast putlispælið.
Dirty John er ein sera fangandi og hugtakandi søga, har menniskjað og eginleikar hjá viðkomandi yvirraskað allatíð – heilt til endan!

http://www.latimes.com/projects/la-me-dirty-john/

 

Love + Radio
(Podcastrás við samrøðum og frásøgum)

Nick van der Kolk er maðurin handan Love + Radio, ið altíð hevur verið ein av mínum yndis podcastrásum. Nick dugir serliga væl at finna áhugaverdar persónar at tosa við. Fólk, ið hava eina serliga søgu at siga, ella bara eru áhugaverd, tí tey eru tey, tey eru. Td. Jay Thunderbolt, ið rekur ein strippklub í sínum egna heimi. Tað er torført at velja partar burturúr, men um eg skal taka útgangsstøði í 2017, so má eg nevna partin: “How to Argue“, ið er uppfylgjarin til “The Silver Dollar” partin, ið upprunaliga kom út í 2014. Daryl Davis, ein tónleikari av afrikanskum/amerikanskum uppruna, setur sær fyri at koma í prát við høgravendar rasistar, so hann betur kann skilja hatur teirra ímóti sær. “How To Argue” er ein samrøða millum Nick og Daryl Davis, har Davis greiðir frá hvussu hann kjakast og tosar við fólk, ið hata seg, tí hann er myrkur. Hoyr, hvussu Davis gjørdist vinur við m.a. ein høgtsitandi lim í KKK.
http://loveandradio.org/

 

Short Cuts
(Podcastrás við samrøðum og frásøgum)

Sjarmerandi komikarin Josie Long er vertinna á hesum podcastinum hjá BBC 4. Hvør partur hevur uml. trýggjar søgur, ið viðgera eitt evni. Talan er um stuttar søgur, ið megna at geva okkum innlit í verðina hjá viðkomandi, ið sigur frá. Í einum parti hoyra vit um gomul kærleiksbrøv, har ein omma fortelur um øll tey loyniligu teknini á einum brævbjálva, ið boðaðu frá, at hetta var eitt kærleiksbræv. Visti tú td., at tá eitt frímerki vendur upp og niður, so merkir tað; “Eg elski teg”. Ella, um tá tað snýr seg um myndina, sum ein fotografur fann í øskuni av torninum í New York 09. September 2001. Myndin er av mammu og dóttir, og fotografurin vil finna útav hvørjar tær eru - 15 ár seinni, finnur hann svarið.
Short Cuts er fult av rørandni, hugtakandi og stuttligum søgum, ið eg trygt veit, eru verdar at lurta eftir.
http://www.bbc.co.uk/programmes/b01mk3f8

 

Aðrir podcasts, ið eg kann viðmæla:
Her eru nakrir Podcasts, ið eg eisini má nevna. Her er alt frá festligum live feminista práti, til píniligar dagbøkur frá ungdóminum:

Third Ear
- Væl sagdar, sannar søgur, um alt frá svikafullum eldri damum til eina vegleiðing til verðins undirgang.
http://thirdear.dk/

In the Dark – series 2 kemur í februar 2018!
- Fólkini handan true crime røðina um morðið á Jacob Wetterling gera nú ein nýggja røð um mutur og valdsmisnýtslu
https://www.apmreports.org/in-the-dark

Strangers
- Um hvat hendir, tá fólk hittast í góðum og ringum.
http://www.storycentral.org/strangers/

The Heart
- Inniligar persónligar søgur um menniskju, kynslív og kærleika.
http://www.theheartradio.org/

Guilty Feminist
- Beinleiðis comedy talk show, har feministar við sjálvironi tosa um, hvussu hart tað er at vera ein gjøgnumførdur feministur í dag.
http://guiltyfeminist.com/

ARRVLS
- Fólk siga frá um eina broyting, sum er farin fram, ið hevur umskapað lív teirra.
http://www.arrvls.com/

Sound Matters
- Um ljóð, og hvussu tað ávirkar okkum menniskju.
http://journal.beoplay.com/journal/sound-matters

Mortified
– Fólk siga frá um píniligar og herligar dagbókatekstir frá barna- og ungdómsárum.
http://getmortified.com/podcast


The Moth
– Sterkar persónligar søgur frá veruleikanum sagdar beinleiðis.
https://themoth.org/

Lore
– Onkuntíð er veruleikin meir óhuganligur enn fiktión!
http://www.lorepodcast.com/episodes

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. apríl
- Gagnar sannleikin nøkrum?
80099
Leygardag 21. apríl
Morgunlestur leygardagur 21. apríl 2018
79724
Fríggjadag 20. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 20. apríl 2018
79723
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. apríl
Lyst 14
79977
Hósdag 19. apríl
Gud signi Føroyar 6:6
79994
Mikudag 18. apríl
25 minuttir: Bára Silvansdóttir
79974
Mánadag 16. apríl
3-2
79896
Sunnudag 15. apríl
Møti úr Oasuni í Hoyvík
79843