Makrelkunngerðin: sløk 11.000 tons fara á uppboð

03.01.2018 - 07:55
AktueltVinna
Makrelkunngerðin: sløk 11.000 tons fara á uppboð
Annars er kvotan latin teimum, sum sluppu at fiska makrel í fjør
Makrelkvotan er 103.000 tons í ár.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Rætturin at fiska 10.900 tons av makreli verður seldur á uppboði í ár.

Og sløk 7.000 tons eru sett av til menningarkvotur.

Kunngerðin um makrelfiskiskapin í ár varð lýst í gjár.

Kvotan er 103.000 tons. Skip undir føroyskum flaggi sleppa at fiska 82.000 tons.

35.600 tons verða latin nótaskipunum sum eginkvotur.

Tíggju prosent av eginkvotu kunnu flytast til 2019.

Hitt verður latið teimum, sum høvdu loyvi at fiska makrel í fjør, sum felagskvota hjá hvørjum skipabólki.

Havstovan fær 1.900 tons at brúka sum samsýning fyri við vísindaligar fiskirannsóknir á landleiðunum.

Sí eisini

30.06.14
27694
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. januar
Bolero
76715
Sunnudag 21. januar
Guðstænasta í Havnar kirkju
76714
Sunnudag 21. januar
Chorus
76712
Leygardag 20. januar
Nú er leygardagur (samandráttur) 200118
76699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. januar
Andaktin
76724
Sunnudag 21. januar
Møti úr Hebron á Argjum
76720
Fríggjadag 19. januar
Lyst 2
76671
Hósdag 18. januar
Archibald Black, við føroyskum teksti
76646
Hósdag 18. januar
Archibald Black
76635