Treytir í fiskiloyvum avgerandi fyri samráðingar

Treytir í fiskiloyvum avgerandi fyri samráðingar
Reiðarafelagið vil vita, hvussu nýggja fiskivinnuskipanin roynist, áðrenn samráðingar verða við Fiskimannafelagið
Høgaberg er millum skipini, sum nú hevur loyvi at fiska svartkljaft og makrel.
 
03.01.2018 - 12:44

Ikki er greitt enn, nær Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið fara at samráðast um nýggjan sáttmála.

Formaðurin í Reiðarafelagnum, Anfinn Olsen, sigur, at reiðararnir vilja síggja øll fiskiloyvi fyrst fyri at vita, hvørjar treytirnar eru í teimum.

Og øll sløg av fiskiloyvum eru ikki komin enn, verri enn so. 

Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, sigur, at óvissan um, hvussu tann nýggja fiskivinnuskipanin verður tulkað í Fiskimálaráðnum, og hvussu hon fer at virka, ger, at bíðað verður við at samráðast við Fiskimannafelagið.   

Hóast eingin sáttmáli hevur verið í langa tíð, mynstra fiskimenn kortini framvegis eftir gamla sáttmálanum.

Fiskimannafelagið longdi sín sáttmála til nýggjárs, tí felagið væntaði, at løgtingið avgreiddi fiskivinnunýskipanina í summar.

Men siðvenjan er at brúka gamla sáttmálan, til nýggjur er gjørdur, sigur Jan Højgaard.

Hini bæði manningarfeløgini hava ikki sagt upp sáttmálarnar við Reiðarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585