Fiskiskapurin á Flemish Kap kann byrja 7. januar

Fiskiskapurin á Flemish Kap kann byrja 7. januar
Sambært kunngerðini um fiskiskapin á Flemish Kap kann fiskiskapurin byrja 7. januar
Nú byrjar fiskiskapurin við Flemish Kap
Mynd: savn  
 
07.01.2018 - 10:27

Á midnátt byrjaði føroyski toskafiskiskapurin á Flemish Kap.

Føroyska kvotan á er í ár 2491 tons av toski. Fiskiskapurin á Flemish Kap verður skipaður við felagskvotu, og alt skal fiskast við línu. 

Átta línuskip hava fingið loyvi at royna á Flemish Kap, og fáa tey tí í meðal 311 tons at fiska. Men av tí at talan er um felagskvotu, so kunnu einstøk skip fiska meira enn hesi 311 tonsini, áðrenn samlaða felagskvotan er uppfiskað.

Ågot, Klakkur, Kambur, Stapin, Eivind, Pison, Sandshavið og Jákup B hava øll fingið loyvið útskrivað frá Vørn til at fiska føroysku kvotuna á Flemish Kap.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819