Tilboðini upp á politistøðina nógv hægri enn mett

Tilboðini upp á politistøðina nógv hægri enn mett
Samráðingar verða við byggifeløgini um sparingar, og fólkatingið verður biðið um fleiri pengar
Nýggja politistøðin sum hon er á heimasíðuni hjá Bygningsstyrelsen. Hin myndin, sum vit hava havt her, er eisini av heimasíðuni hjá Bygningsstyrelsen.
Mynd: Bygningsstyrelsen  
 
09.01.2018 - 09:31

Tilboðini upp á arbeiðið at umbyggja gamla BankNordik bygningin í Húsagøtu í Havn til politistøð eru nógv hægri enn játtanin er til arbeiðið.

Talan er um tvísiffraða milliónaupphædd.

Bygningsstyrelsen fer tí undir samráðingar við tey bæði byggifeløgini, sum komu við tilboðum. Annað teirra er MT Højgaard, sum hevur deild í Føroyum. Danska felagið er Ommen & Møller.

Eisini verður Fíggjarnevndin hjá fólkatinginum biðin um fleiri pengar, sigur Per Bjørnskov í Bygningsstyrelsen.

Bygningsstyrelsen valdi fýra byggifeløg at at verða undangóðkend at geva tilboð, tvey í Danmark og tvey í Føroyum, MT Højgaard og Articon í Føroyum.

Men tá freistin fór fyrst í desember í fjør, vóru bara tvey tilboð. 

Tilboðini ov stór

Og bæði vóru ov stór sammett við játtaðu pengarnar, sigur John Kølbæk, fúti. 

Hann minnir tó á, at kostnaðarmetingin er gjørd fyri tveimum árum síðani.

Samráðingar eru nú við byggifeløgini um at fáa prísin niður.

John Kølbæk stúrir fyri, at hetta fer at seinka arbeiðinum, sum helst skuldi byrja nú í januar.  

110 milliónir

Játtaðar eru 110 mió. kr. til nýggju politistøðin, sum skal vera liðug næsta ár. 

Tá er gamli BankNordik bygningurin og grannaognin, sum staturin keypti í oktober í 2016 frá Tórshavnar kommunu fyri 41,5 mió. kr., tald við  

Støðin verður 3.126 fermetrar. Ein hædd skal byggjast afturat.

67 milliónir krónur eru í donsku fíggjarlógini í ár til politistøðina í Havn.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010