ES londini mugu gjalda meira tá Bretland fer úr

ES londini mugu gjalda meira tá Bretland fer úr
Tey 27 londini sum verða eftir í ES, eftir at Bretland er farið burturúr samveldinum, mugu lata meir til felagsvirksemið hjá samveldinum.
 
10.01.2018 - 11:14

Londini í ES mugu lata meira til felagsvirksemið. Tað eru greiðu boðini frá formanninum í ES nevndini, Jean-Claude Juncker, nú ES fer undir at leggja enn eina langtíðarætlan.

- Eingin vil rinda meir, og eingin vil missa nakað, men tað verður torført, tá eitt av limalondunum, sum letur nógv til ES, ikki er við longur, segði hann.

Bretland letur millum 90 og 100 milliardir krónur til ES um árið. Landið fær nakað aftur, men samanlagt letur Bretland umleið 67 milliardir krónur til samveldið.

Nú er gjaldið til ES umleið eitt prosentstig av bruttotjóðarúrtøkuni hjá limalondunum, men tað verður ikki nóg mikið, tá Bretland er farið burturúr, í mars næsta ár, sigur ES nevndin. Tí er neyðugt at hækka gjaldið upp í 1,1 prosentstig av bruttotjóðarúrtøkuni.

Bretland fer at rinda sín part til ES til seinast í 2020, og ætlanin er, at næsta fíggjarætlanin skal vera frá 2021 til 2027.


Fíggjarætlanin hjá ES fyri í ár er 1.200 milliardir kr. Umleið 70 prosent av pengunum fara til landbúnaðar- og økisstuðul í ymsu londunum.


Samstundis verður mett, at fleiri pengar skulu nýtast til migrantar, stríðið ímóti yvirgangi og felags verjuskipanina, sum ES londini arbeiða við og samveldið skal eisini gerast meira kappingarført í digitalu kappingini sum er í heiminum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802