Grønland venur í Føroyum

Grønland venur í Føroyum
Grønlendska landsliðið í handbólti hjá monnum er komið til Føroya á venjingarlegu.
 
10.01.2018 - 10:48

Teir skulu spæla tríggjar dystir her, móti Neistanum, H71 og VÍF, skrivar Sermitsiaq.

Ingi Olsen úr Vestmanna er venjari hjá grønlendska landsliðinum.

Hetta er fyrsta venjingarlegan hjá honum, síðani hann gjørdist venjari seint í november í fjør.  

Ingi Olsen kennir væl grønlendska liðið, tí hann hevur verið hjálparvenjari hjá tí síðani 2014.

Grønlendska landsliðið skal vera við í stóru PANAM kappingini í Grønlandi í juni. Har verður spælt um trý pláss í heimsmeistarakappingini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887