Eingin undirvísing í enskum í Iranskum barnaskúlum

Eingin undirvísing í enskum í Iranskum barnaskúlum
Iranska undirvísingarmálaráðið hevur givið boð um, at eingin undirvísing í framtíðini verður í enskum í barnaskúlunum í Iran.
 
11.01.2018 - 09:27

Broytingin vil hava við sær, at børn ikki fara at læra enskt fyrr enn tey eru 12-14 ára gomul.

Forboðið kemur eftir boðum frá Ali Khamenei, ayatollah, sum vil vera við, at um børn læra enskt, so kann tað hava við sær óhepna ávirkan úr vesturheiminum. Í barnaárunum skal øll læra byggja á iransk virðir, eru boðini.

Vanliga læra børn í Iran ikki enskt fyrr enn tey eru 12-14 ára gomul, men seinastu árini eru fleiri skúlar farnir undir at geva børnum frálæru í enskum, sum eru yngri enn tað. Fólk sum hava ráð, hava harumframt sent børnini til undirvísing í eneskum nógv fyrr, ofta meðan tey eru á barnaansingarstovni.

Khamenei, ayatollah, hevur fleiri ferðir funnist at, at børn alt ov tíðliga læra enskt, tí tað kann føra til eina mentanarliga kollvelting.

Myndugleikarnir siga, at avgerðin um, ikki at undirvísa børnum í enskum, einki hevur við ógvusligu mótmælini sum vóru um ársskiftið at gera, men leiðarar í kollveltingarherinum siga, at tað vóru fremmandir fíggindar sum skipaðu fyri mótmælunum.

Myndugleikarnir upplýsa, at 22 fólk lótu lív, og at yvir 1.000 fólk vórðu tikin í mótmælunum, sum vóru í 80 býum. Aðrar keldur siga, at næstan 4.000 fólk vórðu tikin.

Hóvligi iranski forsetin, Hassan Rouhani, sigur, at tey ungu hugsa ikki sum tey eldru, og teirra krøv eru nógv, bæði pengalig, polittisk og sosial. Hann vísti á, at tað vóru tey ungu sum mótmæltu, og tey flestu vóru udnir 25 ár.


- Vit kunnu ikki velja teirra hátt at liva uppá, tí teirra sjónarmið um lívið og heimin, eru øðrvísi enn okkara, sigur 69 ára gamli forsetin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851