Løgtingið byrjar árið við pensjónunum

bannari
Løgtingið byrjar árið við pensjónunum
Tingið endaði 2017 við fiskivinnunýskipanini og byrjar eisini 2018 við einari nýskipan. Tríggir tingfundir verða í næstu viku
Í næstu viku fer løgtingið aftur á fund. Stórmál eru á dagsskránni.
 
12.01.2018 - 07:35

Fyrsti tingfundurin í ár verður týsdagin.

Tá fer løgtingið at viðgera tey seks lógaruppskotini, sum saman mynda pensjónsnýskipanina.

Mikudagin er eisini eitt stórmal frá landsstýrinum á skránni, - nýggja alilógin.

Løgtingið skal eisini viðgera uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur um skattafrádrátt fyri limagjald til fakfeløg.

Hetta er aðru ferð í hesara tingsetuni, at tingið viðger hetta uppskotið.

Fall fyri jól

Samgongan hevur lovað Sonju Jógvansdóttur at atkvøða fyri uppskoti hennara.

Men tá atkvøðast skuldi seinast, tað var stutt fyri jól, fekk samgogan ikki mannað lið, so uppskotið fall.

Hósdagin er so byggingin hjá Almannamálaráðnum á skránni. Byggjast skulu barnaheim, tveir vardir bústaðir í Havn og heim til ung við autismu.

Og tveir skrivligir fyrispurningar skulu svarast hósdagin.

Annar er um røkt og tænastutilboð til røktarkrevjandi fólk, sum eru yngri enn 67 ár, og hin er um rækjufiskiskap við Svalbard og í russiskum sjógvi.   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802