Biður løgtingið hjálpa sær móti landsstýrinum

Biður løgtingið hjálpa sær móti landsstýrinum
Ein kunngerð frá Vinnumálaráðnum noyðir nú Heilsumálaráðið at almannakunngera upplýsingar, tað ikki vil geva innlit í. Løgtingið hevur fingið kæru
John William Joensen, blaðmaður á Norðlýsinum, vil hava Landsstýrismálanevndina at lata upp dyrnar til Heilsumálaráðið.
 
13.01.2018 - 10:29

Landstýrismálanevndin hjá løgtinginum hevur fingið sína fyrstu kæru í hesari tingsetuni. 

John William Joensen, blaðmaður á Norðlýsinum, hevur kært Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, tí hon ikki vil gera eftir boðum frá Løgtingins umboðsmanni.

Landsstýrismálanevndin fer at viðgera málið mikudagin.

John William Joensen sigur í kæruni, at hann fekk tann 7.juli í fjør at vita, at Løgtingsins umboðsmaður hevði givið skarvin yvir í sambandi við kæru frá honum um framferðina hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum. 

Hóast Løgtingsins umboðsmaður hevur álagt Heilsu- og Innlendismálaráðnum at geva John William Joensen innlit í, hvørji evnafrøðilig evni, alivinnan sleppur at brúka og hevur brúkt seinastu nógvu árini, hevur hann ikki fingið hetta innlitið.

Vónandi kann Landsstýrismálanevndin bera so í bandi, at Heilsu- og Innlendismálaráðið aktar boðini frá Løgtingsins umboðsmanni, sigur John William Joensen í kæruni.

Verður alment 

Men í gjár frættist í Útvarpinum, at Heilsumálaráðið fær ikki longur hildið dult, hvussu nógvan heilivág alivinnan brúkar.

Nýggj kunngerð frá Vinnumálaráðnum letur upp fyri øllum upplýsingunum, so fólk kunnu fylgja við, hvussu nógv og hvat medisin alararnir brúka.

Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sigur, at upplýsingarnar um medisinnýtsluna hjá alivinnuni fara at røkka aftur til oktober í fjør. 

Upplýsingarnar skulu annars dagførast dagliga og skulu í seinasta lagi vera á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni sjey dagar eftir, at tær eru tøkar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819