Fáa sløk sjey prosent í trý ár

14.01.2018 - 09:30
AktueltSamfelag
Fáa sløk sjey prosent í trý ár
Arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið skrivaðu í nátt undir nýggjan lønarsáttmála
 
 

Pedagogverkfallið er av.

Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið tóku øll av semingsuppskotinum, og skrivaðu í nátt undir nýggjan trý ára sáttmála. 

Lønarvøksturin hesi trý árini verður tilsamans 6,95 prosent.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið siga, at hetta eru 1,45 prosent meira, enn Starvsmannafelagið fekk í sínum sáttmála. Starvsmannafelagið fekk 5,5 prosent aftrat í tvey ár.

Í sáttmálanum við Pedagogfelagið koma tey 1,45 prosentini aftrat triðja árið.

33.000 í endaløn

Nýggja lønartalvan merkir, at byrjunarlønin hjá námsfrøðingum hækkar 1300 krónur í trý ár, og endalønin kemur eftir trimum árum upp á góðar 33.000 kr. um mánaðin. 

Í 2019 styttist lønarstigin, soleiðis at farið verður úr 16 árum niður í 14 ár, frá byrjunarstigi til endastig. 

Semja er um, at virkast skal fyri at skipa fleiri námsfrøðilig størv á eldraøkinum. 

Hjá hjálparfólkum hækkar lønin 1200 krónur í trý ár. Haraftrat fáa hjálparfólk, sum hava verið meira enn tvey ár á endastigi, eitt nýtt endastig. Hjálparfólk við útbúgving uttanlands fáa eisini eitt lønarstig aftrat í lønartalvuni.

Partarnir hava avtalað í felag at heita á Mentamálaráðið um at kanna møguleikarnar fyri at fara undir at skipa útbúgving fyri hjálparfólk í Føroyum. 

Hjálparfólk javnsett

Eftirlønin hjá hjálparfólkum verður javnsett við eftirlønina hjá námsfrøðingum á kommunala økinum. Eftirlønargjaldið hækkar úr 10 upp í 12 prosent.

Tímalønt, sum onga eftirløn fáa í dag, fáa nú fýra prosent í eftirløn, ella tað sama, sum skal rindast sambært eftirlønarlógini.

Tað gjaldið er fýra prosent í 2018.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið siga í tíðindaskrivi, at tey vildu hava ein tvey ára sáttmála innan lønarkarmin, sum varð avtalaður við Starvsmannafelagið.

Men semingsuppskotið legði upp til at gera ein trý ára sáttmála, sum kostar 1,45 prosent meira triðja árið, og tað tóku Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið eisini undir við.

Samhugaverkfallið avlýst

Semingsroyndin byrjaði seinnapartin fríggjadagin, og um 10 tíðina í gjárkvøldið løgdu semingsmenninir eitt uppskot fyri partarnar, sum teir tóku av.

At semja nú er gjørd millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmála, hevur við sær, at samhugaverkfallið, sum 21 fakfeløg lýstu at koma í gildi í morgin ári, er avlýst.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. oktober
Við Tórði á túri til roysnissteinar
86442
Mánadag 15. oktober
Síðsta Skríggj 12.oktober 2018
86441
Mánadag 15. oktober
Norðurljóð 15.oktober 2018
86440
Mánadag 15. oktober
Sunnudagstónar 14. oktober 2018
86413
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. oktober
3-2
86447
Sunnudag 14. oktober
Andaktin
86404
Sunnudag 14. oktober
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
86405
Fríggjadag 12. oktober
Lyst 16
86308