Framvegis eingin býráðsfundur ásettur á Tvøroyri

Framvegis eingin býráðsfundur ásettur á Tvøroyri
Enn er ógreitt, nær útsetti fundurin hjá Tvøroyar Býráð verður.
 
15.01.2018 - 10:05

Fundurin skuldi vera 8. januar, og tá skuldu nevndirnar hjá býráðnum veljast av nýggjum, eftir at borgarstjórin hevur mist meirlutan.

Men fundurin varð útsettur, og eingin nýggjur fundur er ásettur enn. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at hann ikki hevur ásett nakran fund enn, og hann dugir ikki at siga, nær nýggjur fundur verður. Borgarstjórin vísur á, at skjølini til fundin ikki eru klár enn.

Eyka býráðsfundur var millum jól og nýggjár, tá vildi nýggi meirilutin hava nevndirnar valdar av nýggjum, men tað varð av ongum. Sambært gerðabókini frá tí fundinum, so skuldu nevndirnar veljast á fundinum 8.januar. Men tann fundurin hevur altso ikki verið enn, og ógreitt er, nær hann verður. Sambært kommunustýrislógini, so hevur eitt kommunustýrið vanliga fund eina ferð um mánaðin. 

Støðan á Tvøroyri hevur eisini spjatt seg í Løgtingið, tí í seinastu viku boðaði Kristin Michelsen løgmanni frá, at hann ikki kennir seg bundnan av at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum, men fer at atkvøða mál fyri mál. 

Orsøkina sigur hann vera, at javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við seg.

Kristin Michelsen umboðar Javnaðarflokkin í Løgtinginum, men í býráðnum á Tvøroyri umboðar hann Kommunulistan, tí Javnaðarflokkurin á Tvøroyri fór í tvíningar á seinasta býráðsvali. 

Nýggi meirilutin á Tvøroyri eru Javnaðarflokkurin og Kristina Roest, sum annars er vald á Kommunulistanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819