Varðhaldsfongslingin longd

Varðhaldsfongslingin longd
Tveir menn, 21 og 24 ára gamlir, skulu sita í varðhaldi í 4 vikur aftrat, - skuldsettir fyri at hava framt grovan harðskap í Havn 6. mai í fjør
 
15.01.2018 - 20:15

Teir eru skuldsettir í harðskapsmálinum, tá ein ungur maður varð álopin við øks á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í Havn.

Mennirnir eru skuldsettir fyri drápsroynd, og báðir hava verið varðhaldsfongslaðir síðani 6. Mai í fjør.

Løgreglan er liðug við kanningarnar í málinum, men verjin hjá øðrum manninum hevur biðið um nýggja mentalkanning. 

Nevningating verður í málinum, og tað er ásett at byrja 12. februar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585