Ikki kunnað avhoyrt mann enn eftir grovan harðskap

Ikki kunnað avhoyrt mann enn eftir grovan harðskap
Politiið bíðar enn eftir svari upp á royndir, millum annað DNA-royndir, í sambandi við grova harðskapin í Havn fríggjanáttina 29.desember í fjør
Menninir, sum eru skuldsettir fyri harðan harðskap, eru í varðhaldi til 26.januar.
 
18.01.2018 - 11:48

Politiið bíðar enn eftir svari upp á royndir, millum annað DNA-royndir, í sambandi við grova harðskapin í Havn fríggjanáttina 29.desember í fjør.

Tveir menn vórðu tiknir og varðhaldsfongslaðir, skuldsettir fyri grovan harðskap, til 26.januar. 

Menninir, sum eru 35 og 45 ára gamlir, nokta seg sekar í skuldsetingini.

Annar teirra er í Vestre fængsel og hin í Mjørkadali. Tað er gjørt fyri, at teir ikki hava samband hvør við annan.

Annar varð avbyrgdur fyrstu vikuna í varðhaldinum.

Ikki avhoyrdur enn

Politiið hevur ikki enn kunnað avhoyrt 46 ára gamla mannin, sum varð sparkaður, sligin og trampaður í andlitið í einum sethúsum í Havn.

Hann varð sendur á Ríkissjúkrahúsið 30.desember.

Hann hevur fingið ein verja, tí hann er so illa fyri eftir álopið, at hann fær ikki tikið avgerðir sjálvur.

Ikki er loyvt at endurgeva tað, sum varð sagt í grundlógaravhoyringini 29.desember.

Ákæruvaldið bað um endugevingarforboð, tí øll vitni ikki vóru avhoyrd. Hesum gav dómarin ákæruvaldinum viðhald í.

Maðurin, sum grovi harðskapurin varð framdur móti, er ikki avhoyrdur enn. Tað hevur ikki borið til. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964