Land ella kommuna: óvissan rakar røktarkrevjandi

Land ella kommuna: óvissan rakar røktarkrevjandi
Nýggj lóg skal beina fyri øllum iva, lovar landsstýriskvinnan
Virknis- og umlættingardepilin á Sandi.
 
19.01.2018 - 07:37

Ógreiðan um, hvør eigur fólk, yngri enn 67 ár, sum krevja røkt, hevur rakt nógv fólk, sum hava slíka røkt fyri neyðini, og avvarðandi teirra.

Tað ásannar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, í svari til Ingolf S. Olsen, løgtingsmann.

Ógreiðan er, hvør eigur at geva hesa røktina, landið ella kommunurnar.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at samdøgursumlætting er í nýggja deplinum á Sandi.

Markamótsnevndin, sum varð sett, tá kommunurnar tóku við teimum eldru og heimarøktini, hevur avgjørt, at landið hevur ábyrgdina av umlætting til fólk, sum eru yngri enn 67 ár, og hava demens. 

Nú hava bæði land og kommunur hesar tænastur.

Striltið at finna loysnir

Landsstýriskvinnan ásannar eisini, at tað gongur striltið við at finna nøktandi skynsamar og varandi loysnir millum land og kommunur.

Men hon sigur, at kommunurnar hava ábyrgd av at veita heimarøkt og heimasjúkrarøkt til øll, eisini tey røktarkrevjandi, sum eru undir 67 ár. 

Harumframt kunnu kommunurnar eisini bjóða røktarkrevjandi borgarum, sum eru undir 67 ár, pláss í ellis- og røktarheimum ella í eldrasambýlum. 

Landið hevur ábyrgd av at veita fólki undir 67 ár stuðulstænastu, endurvenjing, virknistænastu, búpláss og umlætting til ávísar bólkar. 

Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon í hesari tingsetuni fer at koma við uppskoti um nýggja tænastulóg.

Ætlanin er, at tann lógin skal bøta um rættarstøðuna hjá fólki, so eingin ivi er um, hvørjar tænastur, tey kunnu fáa frá landinum. 

Ætlanin er eisini, at lógin skal loysa markamótini, sum eru íkomin, eftir at heimatænastan og eldrarøktin varð flutt frá landi til kommunurnar 1.januar 2015. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584