Løkke ávarar Grønland

Løkke ávarar Grønland
Grønland fær ongan blokkstuðul, um Grønland verður sjálvstøðugt
 
20.01.2018 - 16:23

Grønland má taka støðu til, um Grønland framhaldandi vil vera ein partur av Ríkisfelagskapinum. 

Tað segði danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, tá fyrispurningar vóru til viðgerðar í Fólkatinginum í gjár.

Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkurin, spurdi forsætisráðharran um fullveldisgongdina og búskapin í Grønlandi.  

Lars Løkke Rasmussen staðfesti, at Grønland ikki kann fáa blokkstuðul úr Danmark, um so er, at Grønland verður sjálvstøðugt. 

Forsætisráðharrin greiddi Fólkatinginum frá, at Grønland hevur stórar búskaparligar avbjóðingar fyri framman. Eitt nú ætlar Grønland at gera tríggjar nýggjar flogvallir, sum ikki eru haldførir. 

- Yvirskipað er støðan tann, at Grønland hevur sera stórar búskaparligar avbjóðingar, um Grønland verður sjálvstøðugt, sigur Lars Løkke Rasmussen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010