Óheppið at ganga ímóti heilsufakligu tilmælunum

Óheppið at ganga ímóti heilsufakligu tilmælunum
Tað er óheppið, at lóggávuvaldið gongur ímóti tilmælunum hjá heilsufakliga myndugleikanum og samtykkir at gera royndarskipan fyri kannabis
 
21.01.2018 - 14:18

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, vísir á, at fólkatingið hevur samtykt at gera eina royndarskipan við medisinskum kannabis, hóast fakfólk ávara um hetta. Hetta er óheppi, heldur hon.

Jenis av Rana, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um eina royndarskipan við medisinskum kannabis, heldur tað eisini vera óheppið at ganga ímóti heilsufakligu tilmælunum.

Men í hesum føri er tað neyðugt, tí heilsumyndugleikarnir lurta ikki.

Uppskotið hjá Jenisi av Rana kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum 7. februar.

Sirið Stenberg vil ikki beinleiðis ráða løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Jenis av Rana um royndarskipan við kannabis, men hon mælir til at brúka verandi møguleikar fyrst.

Jenis av Rana sigur seg vóna, at føroyskir politikarar eru djarvir, tá teir skulu trýsta á atkvøðuknøttin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585