Spania vil handtaka Puidgemont í Keypmannahavn

Spania vil handtaka Puidgemont í Keypmannahavn
Frákoyrdi leiðarin í Katalonia, Carles Puigdemont, kemur ætlandi til Keypmannahavnar mánadagin.
 
21.01.2018 - 16:22

Puidgemont skal vera við á kjakfundi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hitta fólkatingslimir.

Men Spania vil hava Puidgemont handtiknan, um hann fer til Danmarkar.

Tað sigur ákæruvaldið við tíðindastovuna AFP.

Ferðin til Keypmannahavnar er tann fyrsta hjá Puidgemont uttan fyri Belgia, síðan hann fór í útlegd í Brúsell í oktober í fjør.

Tað eru í løtuni sponsk handtøkuboð á katalanska loysingarleiðaranum, og tað merkir, at hann verður handtikin, um hann kemur aftur til Spania.

Evropeisku handtøkuboðini, sum vóru galdandi eitt tíðarskeið, blivu kortini ógyldað fyrst í desember.

Boðini skulu taka við aftur alt fyri eitt, um Puidgemont fer til Keypmannahavnar, sigur spanska ákæruvaldið sambært AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010