Vænta fleiri skip á Fiskamarknaðinum

Vænta fleiri skip á Fiskamarknaðinum
Fiskiskapurin hevur verið góður hjá línuskipunum á Flemish cap, boðar Fiskamarknaðurin frá
 
21.01.2018 - 09:38

Línuskipini á Flemish cap, sum hava fingið væl av fiski, hava verið inni og landað. Fiskurin verður sendur til Fiskamarknaðin í bingjum. 

Fiskað verður eisini aðrastaðnis enn á Flemish cap.  

Fiskamarknaðurin væntar fleiri línuskip koma at landa í næstu viku.

Skipini royna á Íslandsrygginum, á djúpum vatni og inni á grunninum. 

Útróðrarbátarnir, sum plaga at landa, hava góðan streym í løtuni, meðan veðrið næstu dagarnar væntandi ikki verður tað besta.

Vikan er tó ikki burturspilt hjá útróðrarfólkinum, tí seinni í vikuni verður hampiligari veður. 

Djúphavstrolararnir fiska upsa og blálongu og væntast at landa síðst í næstu viku.

Flestu partrolararnir eru eisini til fiskiskap og landa væntandi eisini tá næsta vika fer at líða. 

Fimm trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og nakað av flatfiski. Teir landa væntandi fyrst í komandi viku. 

Garnaskipini royna eftir svartkalva, men sambært Fiskamarknaðinum er so sum so við fiskiskapinum, og tí er ilt at siga, nær tey landa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851