Seldu fyri 1,4 mia. kr. meira enn vit keyptu fyri

Seldu fyri 1,4 mia. kr. meira enn vit keyptu fyri
Útfluttu fyri átta milliardir krónur til 1.desember
Laksur er størsta einstaka útflutningsvøran.
 
22.01.2018 - 11:06

Føroyar útfluttu fyri slakar átta milliardir krónur til 1.desember í fjør.

Tað eru 1,4 milliardir meira enn vit innfluttu fyri. 

Bæði útflutningurin og innflutningurin vóru størri í fjør enn í 2016.

Vøksturin í útflutninginum var níggju prosent. Innflutningurin vaks 14 prosent.

Til 1.desember í fjør varð laksur útfluttur fyri 3,6 mia. kr.

Nógv størsti vøksturin í innflutninginum er brennievni, olja og bensin. Vøksturin er 286 mió. kr, 49 prosent. 

Í nøgd er vøksturin 21 prosent. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585