Túsundtals almenn starvsfólk í USA fáa onga løn

Túsundtals almenn starvsfólk í USA fáa onga løn
senatið ikki verður liðugt at loysa kreppa í sambandi við fíggjarlógina, áðrenn amerikanarar fara til arbeiðis í morgun
 
22.01.2018 - 08:32

Sostatt noyðast túsundtals almenn starvsfólk at sita heima.

Upprunaliga skuldi senatið í nátt havt atkvøtt um fíggjarlógaruppskotið, soleiðis at stongsilin av almenna amerikanska geiranum verður tikin av í dag, - men semja er ikki um hana enn.

Atkvøðugreiðslan er fyribils flutt til klokkan 5 seinnapartin okkara tíð. 

"Shutdown"

Fleiri almennir stovnar hava verið stongdir, eftir at USA fór í sonevnt "shutdown" leygarnáttina. Senatið feldi  uppskot um fyribils at halda fram við verðandi skipan til miðskeiðis í februar, - í vón um, at tey tá eru vorðin samd um fíggjarlógina fyri 2018.

Um vikuskiftið hava bara nøkur fáa søvn og tjóðarlundir verið stongd. Men nú vikuskiftið er farið aftur um bak, fer stongsilin at raka munnandi harðari, nú fleiri hundraðtúsund starvsfólk hjá tí almenna mugu sita heima uttan løn í morgun.

Ósemja um tilflytarar

Stríðsspurningurin er trupla evnið um ólógliga tilflyting. 

Sum treyt fyri at taka undir við at leingja fíggjarlógina krevja demokratarnir, at republikanararnir loyva 800-túsund ungdómum, sum ólógligar vórðu fluttir til USA sum børn, at verða vernadi í USA, - gjøgnum DACA-skipanina, sum Barack Obama setti í gildi.

Donald Trump, forseti, hevur sett úr gildi DACA. Men hann hevur fleiri ferðir sagt, at hann skilir tey ungu, og hann hevur sagt, at hann kann seta DACA í verk aftur, um demokratarnir taka undir við at herða reglurnar fyri tilflytarar og hvussu múrurin móti Meksiko skal fíggjast.

Ov fáa atkvøður

Fyri at fáa samtykt fíggjarlógina, skulu verða 60 móti 40 atkvøðum fyri at fáa meirluta í Senatinum, og republikanarar hava ikki nóg nógvar atkvøður einsamallir til at fáa hana samtykta. 

Á atkvøðugreiðsluni leygardagin atkvøddu fýra republikanarar ímóti, men fimm demokratar vóru fyri.

Einki greitt svar

Formaðurin fyri demokratiska minnilutan, Chuck Schumer, sigur, at hann hevur roynt at fáa semju í lag, men at hann ikki hevur fingið greitt svar frá forsetanum. Trump er sjálvur undir stórum trýsti frá konservativu republikanarunum, sum eru í móti allari óskrásettari tilflyting.

Stongsilin fevnir tó ikki um herin, hóast starvsfólkini har heldur ikki fáa løn, fyrr enn óvissan er av.

Seinastu ferð almenni amerikanski geirin stóð við ongari fíggjarlóg var í 2013. Tá vóru meiri enn 800-túsund fólk koyrd heim fyribils.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887